Terms & Conditions
Handilstreytir
Niðanfyri kanst tú lesa treytirnar, sum eru galdandi við bílegging á Tasty.fo
1. Bílegging á Tasty.fo
Keypasavtalan við Tasty.fo er ikki bindandi, fyrr enn tú hevur móttikið eina bíleggingarváttan frá Tasty.fo.
2. Prísir
25% MVG er íroknað øllum prísunum. Prísirnir eru í donskum krónum, um einki annað er nevnt. Prísirnir eru bert galdandi í Føroyum.
Fyrivarni verður tikið fyri:
-
Kursbroytingum
-
Force majeure
-
Veitingarfeilum
-
Avgjaldsbroytingum
-
Útseldum vørum og tøppifeilum
3. Søla generelt
Tann upplýsti prísurin á bíleggingartíðspunktinum er tann galdandi prísurin.
4. Veiting
Fyrivarni verður tikið fyri útseldar vørur og tarna veitingartíð hjá útvegarum hjá Tasty.fo.
5. Útkoyring
Veitingartíðin fyri útkoyring er vanliga 10–25 minuttir, sum skal leggjast afturat vanligu veitingartíðini.
Prísurin fyri útkoyring kann vera treytaður av strekkinum og verður lagdur omaná prísin fyri ordran.
Útkoyring fevnir bert um Tórshavn, Argir, Hoyvík og Hvítanes.
Avgreiðslugjald fyri útkoyring verður lagt afturat prísinum og er 10 DKK.
6. Striking av bílegging
Ynskir tú at strika eina bílegging, skalt tú seta teg beinleiðis í samband við Tasty.fo umvegis telefon.
Um Tasty.fo er byrja at framleiða matin, kann Tasty.fo krevja fult gjald fyri bíleggingina.
7. Gjalding
Tasty.fo bjóðar hesar online gjaldingarmøguleikar:
-
Visa
-
Visa/Dankort
-
Visa Electron
-
MasterCard
-
JCB
-
Maestro
Upphæddin verður trekt av kortinum, tá bíleggingin verður avheintað ella avhendað – tó í seinasta lagi 30 dagar eftir, at gjaldingin er framd.
8. Ert tú í iva?
Um tú ivast í eitthvørjum, mælir Tasty.fo til, at tú setir teg í samband við okkum umvegis teldupost til manaiben@hotmail.com ella umvegis telefon 284949.
9. Iðranarrættur
Tað er eingin iðranarrættur á matvørum.
Eksternur persóndatapolitikkur
ALMENN UPPLÝSING
Við hesum persóndatapolitikkinum vilja vit upplýsa, at Tasty.fo handfer tínar persónsupplýsingar.
Niðanfyri fara vit í stuttum ígjøgnum teir persónbólkar, ið vit handfara persónsupplýsingar um, og hvussu vit handfara hesar upplýsingar. Eisini upplýsa vit tær tíni rættindi og møguleikar fyri at klaga.
PERSÓNSUPPLÝSINGAR
Tasty.fo viðger upplýsingar um teg í samband við keyp av okkara vørum og tænastum. Tú verður sum útgangsstøð biðin um at veita navn, adressu, kontaktupplýsingar og gjaldsupplýsingar. Endamálið er at avgreiða veiting og gjalding í samband við títt keyp.
Viðgerðin fevnir eisini um, at viðkomandi upplýsingar í samband við fakturering verða veittar teimum pørtum, sum hava ávirkan á gjaldið, m.a. peningastovnum og gjaldskortveitarum.
Upplýsingarnar verða goymdar í okkara fíggjar- og bíleggingarskipan í 5 ár við tí fyri eyga at tryggja góðskuna, kundatænastuna og møgulig endugjaldskrøv.
Heimasíðan brúkar cookies til at skráseta IP-adressu, leitisøgu o.l. fyri at betra brúkaraupplivingina og til marknaðargreining. Tú kanst altíð velja cookies frá og sletta tær. Víst verður til cookiepolitikk á heimasíðuni.
Í samband við útkoyring gevur Tasty.fo sær rætt til at veita neyðugar upplýsingar til 3. part, so tænastan kann verða veitt á skilagóðan hátt.
SOSIALIR MIÐLAR
Við vitjan á sosialu miðlunum hjá Tasty.fo (t.d. Facebook og Instagram) verða upplýsingar heintaðar og viðgjørdir sambært cookies-politikki teirra. Fyritøkan móttekur einans anonymar statistikkupplýsingar.
TÍNI RÆTTINDI
Tú hevur rætt til:
-
Innlit í tínar persónsupplýsingar
-
At fáa upplýsingar rættaðar
-
At fáa upplýsingar útflýggjaðar í lesiligum formati
-
At avmarka ella sletta viðgerðina
Vinaliga vend tær til Tasty.fo, um tú ynskir at gera brúk av hesum rættindum.
Kontaktupplýsingar
Tasty.fo
Karlamagnusarbreyt 9 og Tórsgøta 17
Tlf.: 284949
Teldupostur: manaiben@hotmail.com
KLAGUR
Um tú hevur atfinningar, kanst tú klaga til:
Dátaeftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur: dat@dat.fo
